TÍÐINDI | Havnin á Gibraltar letur upp eftir samanstoyt
Meginparturin av oljuni, sum lak úr “OS 35”, er nú pumpað upp, og Gibraltar havn væntar, at havnin letur upp aftur í dag.

(Mynd📸 Antares)
Tað var mánadagin 29. august, at farmaskipið “OS 35” og tangaskipið “Ada LNG” stoyttu saman tætt við havnina á Gibraltar. “OS 35’ fekk eina tíggju metrar stóra rivu í skrokkin.
Eftir hendingina byrjaði OS 35 at leka olju. Skipið varð siglt upp á ein flúr, og tað var tá, at tað fór at leka olju.
Bjargingarlið á staðnum hava síðan tømt skipið fyri ráolju, diesel og smyrjolju.
Flótisperringar vórðu lagdar út, men tað forðaði ikki heilt olju at leka víðari út á sjógv.
“OS 35” er lastað við stáli, og hevði eini 220 tons av brennievni við lágum svávulinnihaldi og 255 tons av diesel umborð, tá tað strandaði.
Nú er avgjørt, at Gibraltar havn letur uppaftur.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments