TÍÐINDI | Hafnia fullførir keyp av 44 skipum sum heimsins størsta tangaskipareiðarí
Danska tangaskipareiðaríið, sum BW Group í Singapor eigur, hevur undirstrikað støðu sína við heimsins størsta tangaskipaflota.
(Mynd 📸 Søfart / Eitt av mongu tangaskipunum hjá danska reiðarínum, Hafnia)
Hafnia hevur júst keypt 32 framleiðslutangaskip/produkttanngaskip frá Chemical Tankers, og 12 LR1-tangaskip frá Scorpio Tankers.
- Við hesum báðum keypunum sláa vit støðu okkara sum heimsins størsta tangaskipareiðarí innan produkt- og kemikalievinnuna rimmarfasta, sigur Mikael Skov, forstjóri í Hafnia.
Hafnia eigur í dag 152 tangaskip og rekur onnur 242 tangaskip.
Mærsk Tankers skrivar til samanberingar á sínari heimasíðu, at teirra felag rekur 230 tangaskip fyri onnur.
Mikael Skov leggur aftrat, at tey 44 nýggju skipini øll lúka 2023 EEXI-krøvini, og tað leggur Hafnia tættar CO2-málunum hjá IMO áðrenn 2028.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares og Søfart
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments