TÍÐINDI | Hægsti oljuprísur síðani mars
Updated: Jun 2, 2022
Oljuprísurin var nærum 117 dollarar fyri tunnuna fyrr í dag

(Mynd: 📸 Portal.fo)
Oljuprísurin hevur leingi ligið omanfyri 100 dollarar. Fyrr í dag kom hann uppá nærum 117 dollarar fyri tunnuna, og tað er tað hægsta síðani mars í ár.
Ein av orsøkunum til høga oljuprísin nú, eru tíðindini um, at amerikonsku oljugoymslurnar eru lækkaðar við 1,5 mió. tunnum um vikuna. Samtíðis er útboðið á marknaðinum lækkað.
Týski kanslarin hevur eisini kunngjørt, at landið fer at heilt at gevast við at innflyta olju úr Russlandi í hesum árinum eins og gassinnflutningurin eisini fer at lækka.
Kortini er enn ikki semja millum øll ES londini um, hvussu skal farast fram í sambandi við keypa av olju, gassi og koli úr Russlandi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentarios