TÍÐINDI | Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi minkar
Sambært tilmælinum verður kvotan 11.000 tons næstu vertíð. Í vár fiskaðu skipini góð 27.000 tons
(Mynd: KVF.fo)
Føroyar fáa nógv minni lodnu í íslendskum sjógvi í næstu vertíð enn í teirri undanfarnu.
Føroysku skipini fáa sløk 11.000 tons sambært tilmælinum, sum nú er.
Í vár fiskaðu føroysku skipini 27.149 tons av lodnu, skrivar felagið Nótaskip á heimasíðuni.
Í ár var miðal avreiðingarprísurin 5,51 kr., men í fjør var hann 12,63 kr.
218.400 tons
Orsøkin til tann høga prísin í fjør var helst, at tey tvey undanfarnu árini var eingin lodna fiskað, skrivar Nótaskip.
Íslendski havrannsóknarstovnurin hevur kunngjørt sítt fyrsta tilmæli um lodnukvotuna komandi vertíð.
Tað er 218.400 tons. Tilmælið fyri síðstu vertíð var 904.200 tons.
Nýggjar lodnukanningar verða gjørdar í desember, og tí kann tilmælið fyri næsta vertíð broytast.
Føroyar eiga fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments