top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Føroyar og Grønland samd um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2023

Writer's picture: Eva AndrésenEva Andrésen

Føroyar og Grønland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023.

(Mynd 📸 Fiskimálaráðið)


Føroyska svartkalvakvotan í Eysturgrønlandi hækkar við 100 tonsum, harafturat fáa Føroyar eina kvotu av kalva á 50 tons at brúka sum hjáveiðu í toskafiskiskapinum.


Føroyska brosmukvotan, sum hevur verið lítið gagnnýtt seinastu árini, lækkar við 100 tonsum.


Grønlendska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi hækkar við 3.800 tonsum, umframt at atgongdin hjá grønlendskum skipum at fiska teirra NEAFC kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi hækkar við góðum 3.300 tonsum.


Úrslitið av samráðingunum er sostatt, at føroysk skip í 2023 kunnu fiska tilsamans 2.500 tons av toski í grønlendskum sjógvi við 50 tonsum av kalva sum hjáveiðu. Brosmukvotan verður samanlagt 375 tons.


Føroysku kvoturnar av svartkalva í grønlendskum sjógvi eru 325 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi. Royndarkvotan eftir krabba við Eysturgrønland er 500 tons. Harumframt verður møguleiki hjá føroyskum skipum at luttaka í royndarfiskiskapi eftir toski og øðrum botnfiski og -djórum á teimum norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi.


Grønlendsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 eru 6.500 tons av norðhavssild og 18.500 tons av svartkjafti. Eins og undanfarin ár fær Grønland atgongd at fiska ta kvotu av svartkjafti, sum Grønland fær tillutað ígjøgnum NEAFC, í føroyskum sjógvi. Hetta eru 7.342 tons í 2023.


Samráðingarnar vóru á føroysku sendistovuni á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Fiskimálaráðið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page