TÍÐINDI | Evropa skal skerja orkunýtsluna
Nýggj ætlan skal áleggja londum í Evropa at skerja í orkunýtsluni til tess at koma “trygg gjøgnum veturin”.
(Mynd 📸 Antares / NRK)
Manglandi russiskt gass hevur ført til, at ES-nevndin hevur kunngjørt eina spariætlan til tess at koma trygg gjøgnum veturin.
Norski netmiðilim Politiko umrøður orkuætlanina sum ta higartil mest umfatandi, og undirskrivararnir sigur Politiko vera “teknokratarnir” í Brússell (“their most far-reaching power grab yet seen in 2022”).
Í veruleikanum merkir ætlanin, at Brússell kann áleggja limalondunum at skerja í nýtsluni tíðarskeiðið august – mai. Einki mark er sett fyri, hvat hesar skerjingarnar kunnu innibera.
“Hetta merkir, at støðan nú er nógv dramatiskari, enn nakar hevið væntað. Tað fer at fáa gassprísirnar himmalhøgar við avleiðingum fyri streymprísirnar,” sigur Brússell-serfrøðingurin, Paal Frisvold.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares / NRK
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Góða eydnu við tí :/