TÍÐINDI | Danskur maskinmeistari loysir ein skitnan trupulleika
Updated: Jun 22, 2022
Fyrrverandi maskinmeistarin hjá Maersk, Thorbjørn Thade Petersen, hevur loyst ein trupulleika, sum hann mangan sjálvur hevur havt: Runubað og oljurestir, sum fylla sylindarakanalirnar í motorinum og drenrørini. Reingerðin er skitið arbeiði, men nú hevur hann uppfunnið eina snarandi loysn.
(Myndir: 📸 altomteknik.dk / hellenicshippingnews.dk)
Loysnin eitur Automatic Drain Cleaning System, og tað er Thorbjørn Thade Petersen og hansara fyritøka, Smart-Marine ApS, sum liggur í Kegnæs á Als, ið hava ment skipanina.
- Á flestu størru skipunum eru drenrør fylt, proppur er í, og í gerandisdegnum verður hetta bara tikið sum ein partur av gongdini. Við okkara skipan nýtist tað ikki at vera soleiðis. Skipanin sær ikki út av so nógvum, men hon hevur stóra ávirkan og sparir upp á brennievni og smyrjolju, og so betra rein rør bæði trygdina og arbeiðsumhvørvið, sigur Thorbjørn Thade Petersen um skipanina, sum er gjøgnumroynd hjá MAN-ES (á 2-takts motorum).
Umframt at minka um nýtsluna av brennievni, tí motorurin verður effektivari, er ein annar síðuvinningur við skipanini er, at tað verður nógv lættari at taka oljuroyndir, tí oljan ikki longur skal trýstast gjøgnum eitt tjúkt lag av “runubað” og oljurestum.
Spakiliga snarandi snygilin syrgir fyri, at hvørki runubaðið ella oljurestir kunnu koma at fylla so nógv upp í drenrørum og sylindarakanalum.
- Vanliga eru maskinfólk við jøvnum millumbili noydd at grava hart runudíki og oljurestir út úr drenrørum og kanalum inni undir stemplinum. Eitt ógvuliga skitið arbeiði. Tað slepst undan við Automatic Drain Cleaning System, tí skipanini forðar skittinum at samla seg til fastar proppar, sigur stjórin í Automatic Drain Sleaning System.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments