TÍÐINDI | Nýggja bátahavnin skal gerast liðug
Pláss verður fyri 230 bátum í nýggju smábátahavnini í Álakeri í Havn

(Mynd 📸 Portal.fo)
Arbeiðið at liðugtgera nýggju bátahavnina í Álakeri í Havn skal nú gerast liðugt.
Á fundi í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til eitt mál, har mælt verður til at játta 25 milliónir krónur at gera bátahavnina lidna. Ætlanin er so at seta bátabrúgvar og -bummar í ordra í oktober.
Arbeiðið hevur gingið væl at gera bátahavnina í Álakeri, skrivar heimasíðan hjá kommununi. Havnin skal rúma 230 bátum, og verður skipað við flótibrúgvum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.
Havnanevndin og fíggjarnevndin hava báðar tikið undir við málinum, sum kemur fyri býráðið í kvøld (1. okt 2021).


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: www.Portal.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments