Syrgiligur dagur hjá Smyril Line
Spreinging í gjár hevur kravt eitt mannalív.
(Mynd 📸 Smyril Line)
Eldurin umborð á Glyvursnesi er sløktur eftir spreingingina fyrr í gjárakvøldi.
Tríggir av manningini vóru í maskinrúminum, tá spreingingin hendi, og hóast lívbjargandi viðgerð andaðist ein teirra. Avvarðandi hava fingið boð.
Hinir báðir eru á sjúkrahúsi undir viðgerð fyri brunasár og roykeitran.
Manningin er flutt av skipinum og fær kreppuhjálp. Eisini avvarðandi fáa tilboð um kreppuhjálp.
Hetta er ein syrgiligur dagur hjá øllum okkum í Smyril Line og okkara tankar eru hjá teimum avvarðandi.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Smyril Line
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments