SMYRIL LINE | Hevur keypt Seagard
Updated: Sep 19, 2023
Smyril Line hevur keypt skipið Seagard, og tá tað kemur í flotan skal tað eita Glyvursnes
(Mynd 📸 fm1.fo)
Smyril Line boðar í morgun frá, at reiðaríið hevur keypt farmaskipið “Seagard” frá finska reiðarínum Bore Ltd. Seagard er eitt sokallað Ro-Ro skip, sum merkir, at farmur verður koyrdur umborð og av skipinum, heldur enn at verða lastað við krana. Skipið verður handað Smyril Line í Hirtshals í fyrstu viku í januar komandi ár, og tá fær tað navnið “Glyvursnes”. Seagard varð bygt á skipasmiðuni Sietas í Týsklandi í 1999. Tað er 153,5 metrar langt og 20,6 metrar breitt. Tá Seagard – ella Glyvursnes – er yvirtikið, verður tað sett í regluliga sigling á rutuni, sum Mistral røkir í dag – tað er millum Tórshavn, Þórlakshöfn og Hirtshals. Tá Glyvursnes er komin aftrat, eru tilsamans seks skip í flotanum hjá Smyril Line.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Fm1.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments