Skip kunnu nú landa norðhavssild uttanlands
Neyðugt er at geva undantøk til landingar uttanlands, tí bíðirøðirnar at sleppa framat at landa í Føroyum eru ov langar, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Nýggja kunngerðin hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni, loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands í tíðarskeiðinum frá 14. november til 22. november
(Mynd 📸 KVF.fo)
Neyðugt er at geva undantøk til landingar uttanlands, tí bíðirøðirnar at sleppa framat at landa í Føroyum eru ov langar. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir at hann í dag hevur lýst eina kunngerð, sum loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands næstu vikuna. Nýggja kunngerðin loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands í tíðarskeiðinum frá 14. november til 22. november. Fyri sløkum tveimum vikum síðani høvdu føroysk skip sløk 95.000 tons eftir av norðhavssild í ár. Bara 5.500 tons vóru tá fiskað. Kvotan er 100.313 tons í ár.
Hoyr samrøðu við Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í útvarpstíðindunum á KVF HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires