SJÓVINNUSTÝRIÐ Í MYNDUM | Fingið nýggjar umstøður
Seinnapartin var almenn móttøka, nú Sjóvinnustýrið er flutt inn í nýggja bygningin á Giljanesi.
Í Sjóvinnustýrinum arbeiða 20 starvsfólk og seinastu seks árini hevur Sjóvinnustýrið hildið til í Havn, men er nú flutt aftur til Vágar, har tað politiskt er gjørt av, at tað skal vera.
Bygningurin er umleið 800 fermetrar til støddar, og játtanin er 30 milliónir krónur. ZETA arkitektar hava teknað bygningin, og Búsetur hevur bygt hann.
Millum røðararnar vóru Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri á Sjóvinnustýrinum, og Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.
(Myndir 📸 KVF.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments