SJÓVINNUSTÝRIÐ | Paris MoU hvítilistin ✅🚢
Føroyar varðveita plássið á hvítalista hjá Paris MoU
Í dag kom dagførdur listi yvir flaggstatir á hvítalista hjá Paris MoU. Føroyar eru á 31. plássi, eins og vit vóru í fjør. Tó er stigatalið hjá okkum vaksið munandi, frá -0,57 til -0,87. Orsøkin til at vit standa í stað er, at londini framman fyri okkum á listanum eisini hava betrað seg.
Hjá Føroyum er tað at gleðast um, at talið av afturhaldum av skipum er minkað støðugt seinastu árini. Í fjør var bara eitt afturhald, og einki afturhald hevur verið higartil í ár. Um góða gongdin heldur fram, vænta vit, at plaseringin á hvítalista verður enn betri næsta ár.'
(*. Trýst á mynd fyri at síggja størri talvu)

Kelda: Sjóvinnustýrið
Leinkjur:
#bluefaroeislands #sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #maritimefaroeislands #vinnuháskúlin #Sjónám #Sjóvinna #Maritime
Comments