SJÓVINNUSTÝRIÐ | Almenn móttøka
Boðið verður til almenna móttøku á nýggja Sjóvinnustýrinum hósdagin 7. desember frá kl. 14:00 til kl. 17:00, á Giljanesi.
Á skránni verða røður og sangframførslur. Eisini verður kaffi/te og ábit at fáa.
Húsið verður opið frá kl. 14:00 hendan dagin, so møguleiki verður eisini hjá fólki at koma inn á gólvið, áðrenn móttøkan byrjar.
Skráin verður soleiðis:
Kl. 15:00 verða tónleikainnsløg frá børnum í Musikkskúlanum í Vágum.
Kl. 15:15 fer Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, at bjóða vælkomin.
Síðani fer Høgni K. Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og Vinnumálum at halda røðu. Eftir hann fer stjórin á Sjóvinnustýrinum, Hans Jóhannes á Brúgv, at halda røðu. Til seinast fara Sjúrður Holm, stjóri á Búsetur og Ragnar Zachariasen, stjóri á ZETA arkitektar, at bera fram heilsan.
Millum røðurnar fer eitt barnakór frá Musikkskúlanum í Vágum at syngja tveir sangir fyri okkum.
(Mynd 📸 Sjóvinnustýrið)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments