SJÓVINNUSTÝRIÐ | Talið á smábátum økt við 454 síðani 2015 📈
Frá at hava 2.223 smábátar liggjandi í ymsu bátahylunum kring landið í 2015 eiga føroyingar í dag 2.677 slíkar.

Talan er um smábátar, skrásettir hjá myndugleikunum, og sum eru undir 5 BT. Tað skrivar Sjóvinnustýrið á sínum Facebook vanga.
Talan er um ein vøkstur uppá 20% ella 454 bátar hesi árini.
Flestu bátar eru sum vera man í høvuðsstaðarøkinum, tað eru teir við frámerkinum TN. Har eru 676 bátar. Minsta plássið er Sandoyggin, har er frámerkið SA, har eru 85 bátar.

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið og VP.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments