top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Starvsfelaga til sýnsdeildina

Vit søkja eftir einum starvsfelaga til Sýnsdeildina at byrja skjótast gjørligt.


Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum áhaldandi arbeiðir við at betra um trygdina á sjónum. Starvið inniber dagligt samskifti við báta- og skipaeigarar, undirveitarar og agentar.

Arbeiðsdagurin er á skrivstovuni og úti um landið. Av og á verður eftirlit framt av føroyskum skipum uttanlands. Arbeiðsdagurin verður skipaður í samráð við deildina.



Vit bjóða eitt arbeiðspláss í støðugari menning, har vit seta okkum realistisk mál, sum vit miðvíst fremja. Er tørvur á skeiðum og eftirútbúgving, so verður hetta sett í verk eftir førimuni.


Á sjóvinnustýrinum hava vit eitt gott sosialt umhvørvi, har starvsfólkarøkt, -menning og -trivnaður eru høgt í metum.


Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:

-Sýn og málsviðgerð í samband við nýbygningar, umbyggingar, innflaggingar, o.a.

-Fremjan, uppfylging og málsviðgerð av tíðarbundnum sýnum.

-Eftirlit við løggildum undirveitarunum.

-Luttaka í tvørgangandi verkætlanum og innanhýsis toymum á stovninum

-Luttaka í kanningum av vanlukkum á sjónum

-Vera partur av vakttelefon-skipan


Útbúgving og arbeiðsroyndir:

Til starvið krevst ein av niðanfyri nevndu útbúgvingum:

-Maskinmeistaraútbúgving við í minsta lagi 3 ára royndum á sjónum sum yvirmaður

-Skipsføraraútbúgving við í minsta lagi 3 ára royndum á sjónum sum yvirmaður

-Verkfrøðingur innan viðkomandi øki við 3 ára viðkomandi arbeiðsroyndum


Vit vænta at tú hevur eina ella fleiri av niðanfyristandandi royndum:

-Góð evni at samskifta á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli

-Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt

-Góðar KT-førleikar á brúkarastøði

-Góð samstarvsevnir


Vit vóna at tú hevur eina ella fleiri av niðanfyristandandi royndum:

-Royndir frá líknandi starvi ella viðurkendum klassafelag

-Royndir frá skipasmíði

-Royndir frá umsjón við nýbygging av skipum

-Kennir til almenna umsiting


Setanartreytir: Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann setti verður harumframt partur av løntari vaktarskipan.


Tænastustaðurin er á Giljanesi í Vágum. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.


Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.


Umsóknir:

Umsóknir, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í seinasta lagi 14/06/2024, kl. 12.00.


Um tú hevur spurningar um starvið, ber til at ringja til Eyðun Anthoniussen, deildarleiðara, á tlf. 355600.


Søk starvið HER.


Sjóvinnustýrið er ein stovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaránum. Ábyrgdarøkið hjá stovninum hevur útgangsstøði í sjóvinnuni og rammunum fyri hesi vinnu. Hetta fevnir um sjóvinnupolitikk og lóggávu, eftirlit við bygging av føroyskum skipum og hvussu hesi eru gjørd út, áseting um manning, at tryggja arbeiðsumhvørvið umborð á skipum, umhvørvisvernd og skráseting í Føroya Skipaskrá og Føroya Altjóða Skipaskrá.

Høvuðsendamálið hjá Sjóvinnustýrinum er at fyribyrgja óhapp og tryggja høgt trygdarstøði fyri før undir føroyskum flaggi og manning teirra. Harumframt miðar Sjóvinnustýrið ímóti, framhaldandi at menna kappingarførið hjá FAS. Sjóvinnustýrið, 28/5-24



(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page