top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Sjóvinnustýrið | Skip sigla framvegis á land

Writer's picture: Eva AndrésenEva Andrésen

Sjóvinnustýrið hevur fyrr varpað ljós á, at føroysk skip sigla ov ofta á land. Seinast á sjóvinnuforum í 2019. Tað vísir seg, at trupulleikin ikki er minkandi, men at skip framvegis sigla á land ella stoyta saman, og at svøvnur og ósketni oftast eru atvoldin.

Í miðal hava føroysk handils- og fiskiskip siglt á land ella stoytt saman nærum 6 ferðir árliga seinastu 5 árini.



Hagtøl hjá Sjóvinnustýrinum vísa, at ósketni oftast er atvold til hendingina. Ósketni kann t.d. vera, at man ikki helt útkikk eftir forskriftunum. 53 % av óhappunum henda av hesari orsøk.


Tekniskir trupulleikar hava 29 % av skuldini sambært tølunum. Klassafeløgnini sýna øll skip yvir 24 m. Sjóvinnustýrið sýnar øll onnur vinnufør og kannar trygdarstøði, manningartal og arbeiðsumhvørvi. Men hóast øll viðurskifti eru í lagi, sigla skip framvegis á land.



Tað eru sostatt menniskansligir feilir, ið eru atvoldin til 71 % av óhappunum.

18 % av ásiglingunum seinastu 5 árini eru hendar, tí vakthavandi á brúnni svav. Tað er umráðandi, at hvílitíðin verður yvirhildin umborð, men okkurt bendir á, at soleiðis er ikki altíð. Brúgvavaktsalarmurin skal tryggja, at útkikk altíð er á brúnni, men tað vísir seg, at alarmurin ofta er sløktur. Hetta er brot á reglurnar og skal ikki koma fyri.


Tað er ábyrgdin hjá reiðara og skipara at skipa arbeiðið umborð á tryggan hátt og at tryggja, at manningin kemur heim í sama standi, sum tá hon fór avstað. Sjóvinnustýrið hevur ikki heimild at geva fyrisitingarligar bøtur men kann heita á fútan um at skuldseta skiparan, um talan er um grovt ósketni. Hesi brot verða revsað við sekt.


Sjóvinnustýrið hevur ikki kannað, um føroysk skip sigla oftari á land enn útlendsk skip.


(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments

Couldn’t Load Comments
It looks like there was a technical problem. Try reconnecting or refreshing the page.

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page