SJÓVINNUSTÝRIÐ | Sjóvanlukkufrágreiðing - tá Krossteinur sakk 8. apríl 21'
Updated: Nov 5, 2021
MRCC fær fráboðan um óhappið umborð á Krossteini 8. apríl 2021 kl. 06:42. Boðini koma frá Stórufles umvegis VHF. Stórafles boðar frá, at eldur er í maskinrúminum, og at Krossteinur tekur vatn inn. Knattstøðan er tá uml. hálvan fjórðing eystur úr Porkerisnesi.
(Mynd 📸 Skipalistin)
MRCC boðar vaktarskipinum Brimli frá støðuni beinanvegin. Sjóvinnustýrið fær, umvegis reiðara, fráboðan um óhappið hósdagin, 8. apríl 2021 kl. 09:30. 13. apríl verður avtala gjørd við umboð hjá reiðarínum um, at Sjóvinnustyrið kemur til Vágs at tosa við manningina á Krossteini og umboð fyri reiðaríið um hendingina.
Hósmorgunin 8. apríl kl. 05:30 fór Krossteinur út at kanna fisk og aliringar eftir óveður og at tryggja ringarnar til komandi óveður. Komnir áraka ytra alibrúkið á Hovsfirði, byrjaðu motorarnir at ganga heitir, fyrst í stýriborði og síðani í bakborði. Roykur kom úr luftinntøkunum á dekkinum, men teir sóu ongan eld. Motorarnir vórðu sløktir, og boð vórðu send til alibátin Stórafles, um at neyðugt var at sleipa Krosstein inn á Vág. Stutt eftir at sleipið er byrjað, fær skipið slagsíðu á stýriborði. Avgjørt varð at sleppa endanum og taka manningina av Krossteini yvir á Stórufles. Skiparin á Krossteini metti tá, at Krossteinur hevði eina slagsíðu á stýriborð á uml. 15 stig.
- Les frágreiðingina hjá DMAIB (trýst á mynd niðanfyri)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments