SJÓVINNUSTÝRIÐ | Fyrsta flagið loyst 👏🏻
Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, loysir her fyrsta flagið fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum. Arbeiðið at byggja skal vera liðugt á vári 2023.
Í dag 30. november kl.11:30 varð fyrsta flagið loyst fyri nýggja bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum á Giljanesi. Tað var Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Vinnu- og umhvørvismálum, sum loysti fyrsta flagið.
Nýggja Sjóvinnustýrið varð boðin út í heildararbeiðistøku. Bygningsánari er Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Byggiharri er Landverk og Búsetur er høvuðsarbeiðistakari. Zeta arkitektar hava teknað og sniðgivið bygningin.
Nýggi kontórbygningurin fer væntandi at standa liðugur á várið 2023. Tað var í 2002 av Sjóvinnustýrið varð flutt vestur í Vágar, tað helt til fyrst í Miðvági og seinni í Sørvági, men tey seinastu 4 árini hevur tað hildið til í Havn.
Tað verður byrjað beinanvegin, sum sæst á myndunum, so eru fyrstu gravmaskinurnar longu komnar á økið.
(Myndir 📸 JN .fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið og JN .fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments