SJÓVINNUSTÝRIÐ | Fyrireiking til IMO-flaggstatsskoðan
Mánadagin í hesari vikuni var fyrsti fyrireikingarfundur til umfatandi skoðan, sum IMO fer at hava í Føroyum í juni 2024. Luttakarar vóru Sjóvinnustýrið, Vørn, MRCC, Fjarskiftiseftirlitið og Undirvísingarstýrið.

(Mynd 📸 Sjóvinnustýrið)
Hemming Hindborg, sum fyrr hevur starvast á Søfartsstyrelsen, var við á video sum ráðgevi.
IMO skal kanna, um Føroyar hava sett neyðugar reglur í gildi fyri skip, og um føroysku myndugleikarnir umsita reglurnar á nøktandi hátt.
Seinastu ferð slík skoðan var í Føroyum var í 2011. Tá var úrslitið sera jaligt.
Frágreiðingin hjá IMO frá 2011 kann lesast her: https://fma.fo/.../2016/09/IMO-audit-Faroe-Islands.pdf
Eisini ber til at lesa meira um skoðanina her: https://fma.fo/imo-flaggstatsaudit/
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments