SJÓVINNUSTÝRIÐ | Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir - TILMELDING TIL SIGLINGARFRÁBOÐAN
Umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.
Sjóvinnustýrið hevur í fráboðan kunngjørt at Føroyar yvirtaka siglingarfráboðanir fyri føroyskt sjóøki.
Tað er tí umráðandi, at skiparar og navigatørar melda seg til at fáa siglingarfráboðanir á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.
Tilmeldingin fer frá á hesi leinkju HER.
Vitaverk og og sjóuppmerking varð yvirtikið 1 juni 2024, og tá kom ábyrgdin at senda út siglingarfráboðanir á føroyskar hendur. Síðani tað hevur danska Søfartsstyrelsen vegna føroyskar myndugleikar sent út siglingarfráboðanir – Efterretninger for søfarende. Men 1. januar fer Sjóvinnustýrið at senda út siglingarfráboðan fyri føroyskt sjóøki, og hesar fara sostatt ikki at vera partur av danska Efterretninger for søfarende longur.
Siglingarfráboðan er boð um broytingar í sjókortum, antin varandi ella galdandi í styttri tíðarskeið. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við deildina fyri Land- og sjókort á Umhvørvisstovuni.
Siglingarfráboðanir skulu ikki blandast við siglingarávaringar, sum eru skundboð til skipaferðslu. MRCC Tórshavn hevur ábyrgdina av at senda út siglingarávaringar.
(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments