top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Sjóvinnustýrið | Føroyar eru nú atlimur í IALA

Writer's picture: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Eingin atkvøddi ímóti, og vit fingu tí fulla undirtøku.


Her er ovasta leiðsla í IALA avmyndað saman við umboðum fyri nýggjasta liminum. F.v.: Francis Zachariae, aðalskrivari, Hans Johannes á Brúgv, Sjóvinnustýrið, Marcos L. de Almeida, forseti, Asbjørn Østerø, Sjóvinnustýrið og Omar Frits Eriksson, varaaðalskrivari.



Mikumorgunin 19 februar kl. 10.36 lokala tíð í Singapore, varð atkvøtt í IALA um, hvørt Føroyar kundu fáa atlimaskap í felagsskapinum. Eingin atkvøddi ímóti, og vit fingu tí fulla undirtøku.


Sostatt eru vit nú ”Associated members of IALA”.


Hetta er fyrsti aðalfundurin hjá IALA eftir at felagsskapurin hevur broytt status frá at vera ein ikki-stovnsligur felagsskapur (NGO) til at vera ein millumstatsligur felagsskapur (IGO).

Føroyar gjørdust upprunaliga limur í felagsskapinum í juli 2024, beint eftir, at málsøkið vitaverk og sjóuppmerking varð yvirtikið. Men av tí at IALA fór frá at vera NGO til IGO, og viðtøkur og ásetingar harvið vórðu broyttar, so varð neyðugt at søkja um limaskap av nýggjum.


Aðalfundurin er í Singapore hesa vikuna, og  fundinum luttaka eini 400 fólk úr 65 londum, umboðandi embætisfólk, maritimar leiðarar og onnur. Úr Sjóvinnustýrinum luttaka vegna Føroyar Hans Johannes á Brúgv, stjóri, og Asbjørn Østerø, deildarleiðari fyri Vitaverk og sjóuppmerking.


IALA stendur fyri International Organization for Marine Aids to Navigation and Lighthouse Autorities. Í høvuðsheitum merkir broytingin frá NGO til IGO, at felagsskapurin fær meiri formelt vald og bindandi heimildir, men eisini at hann verður bundin av politisku avtalunum millum lond heldur enn at arbeiða óheftur.


Føroyar blivu limir í IALA í 2024. Les meira í hesi grein.





(Mynd 📸 Sjóvinnustýrið)


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page