Føroyar eitt pláss fram á Hvítalista
Paris MoU hevur dagført avrikslistan fyri flaggstatir, og Føroyar eru hesaferð á nr. 29 á listanum. Tað er eitt pláss betri enn í fjør.

(Mynd 📸 Skíggjamynd frá Paris MoU frágreiðingini)
Føroyar fer eitt pláss fram á Paris MoU listanum, sum verður almannakunngjørdur á hvørjum ári.
Í fjør lógu Føroyar á einum 30. plássi, og árið fyri tað lógu vit nummar 28.
FAS hevur verið á Hvítalista fyri flaggstatir síðani 2011. Í hesum tíðarskeiði hava vit flutt okkum millum 26’inda pláss og 39’inda pláss.
Fyri at avgera plássið á listanum verður hugt eftir, hvussu ofta skip í FAS eru kannaði og hildin aftur í havnastatseftirliti í Evropa seinastu trý árini.
Stigatalið verður ásett millum talið av eftirlitum og afturhaldum.
Føroysk skip eru kannaði 217 ferð í hesum tíðarskeiðinum, og 4 afturhald hava verið.
Í tíðarskeiðinum sum var grundarlag fyri seinasta lista, vórðu føroysk skip kannaði 219 ferð, og somuleiðis vóru 4 afturhald.
Ovastu londini á Hvítalista eru Danmark, Niðurlond og Noreg er á triðja plássi.
Niðast á hvítalista eu Póland, Kanada og Jersey (UK).
Avtrat hvíta lista er Gráilistin. Hesin listin inniheldur lond sum Iran, Sveis og Albania. Niðast á Gráalista er St. Kitts og Nevis
Á svartalista eru lond sum Ukraina, Togo og Aserbajan. Kamerun er niðanst á svarta lisita.
Tað eru 75 skip í FAS.
Á hvørjum ári hevur Sjóvinnustýrið átakið “Ársins Skip”, sum skal eggja reiðaríium og manningum í FAS at fyribyrgja afturhaldi.
Skipið við fæst feilum og eftirlitum verður lønt við einum heiðursbrævi og Sjóvinnustýrið kunnger vinnaran í miðlunum.
Reiðarí og manningar hava tikið væl ímóti hesum átaki, og tað er okkara greiða fatan, at hetta átakið er við til at betra um góðskuna um borð á føroyskt flaggaðum skipum.
Svitzer Hymer varð ársins skip 2023.
Les eisini:


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comentários