SJÓVINNUSTÝRIÐ | Ein týðandi vika farin aftur um bak
Skrásett eru 2294 tímar, sum er 287 dagar, at vera fyrireiking til IMSAS-skoðanina
Fyrradagin endaði IMO-skoðanin, sum hevur verið í gongd í samfulla viku. Føroyar eru, sum sjóvinnutjóð, eftirkannaðar í odd og egg fyri at staðfesta, um vit liva upp til tey krøv, sum IMO setur.
Tað, at hava góðskustempul frá IMO ger m.a., at føroysk sjóvinnubrøv, siglingarloyvi og onnur skjøl eru góðkend og vird kring allan heimin. Veri tað seg í Suðurafrika, Japan ella Brasil.
Vit eru væl nøgd við úrslitið av kanningini, sum vísti á nøkur fá øki, sum kunnu betrast. Eisini fingu vit rós fyri fleiri átøk, sum eru gjørd. Ein fyribils frágreiðing er skrivað, sum vit hava høvi at gera rættingar til í 5 dagar.
Tá frágreiðingin er send IMO, hava vit 90 dagar at svara frávikunum og 3-4 ár at íverkseta tær broytingar, ið skulu gerast sambært frágreiðingini.
Til stuttleikar kann nevnast, at hesa vikuna hava verið 16 framløgur við 463 slides. Tað hava verið 26 fyrireikandi fundir millum luttakararnar seinasta árið, og Sjóvinnustýrið hevur skrásett 2294 tímar, sum er 287 dagar, at vera fyrireiking til IMSAS-skoðanina.
Her eru nakrar myndir frá "Closing Meeting".
(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments