SJÓNÁM | Næmingar í Grønlandi
Skipsatstøðaranæmingar á Sjónámi uppliva eitt sindur av hvørjum, herfyri vóru tríggir teirra saman við starvsfólki í Nuuk á ráðstevnu um trygd á sjónum, rekruttering til sjóvinnuna oa.
Í Grønlandi upplivdu tey mangt og hvat saman við næmingum úr øðrum sjóvinnuskúlum í Norðanlondum, eitt nú yvirnáttaðu tey djúpt inni í einum av firðunum í økinum har tey fiskaðu tosk, ið tey sjálvi tilgjørdu til náttura á kvøldi.
(Mynd📸 : Facebook)
Eisini vitjaðu tey nýggja havrannsóknarskipið við føroyskari brúgvamanning, skreiddu, svumu á sjónum, upplivdu bæði kavastorm og bakandi sól og bæði Grønlendska høvuðsstaðin og Kangerlussuaq har tey gingu niðan á ein útsýnisstað hvar uttasta av innlandsísinum sást troðka seg móti fjøllunum í eystri.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjónám
Facebook #'s:
LinkedIn #'s:
Comments