SJÓNÁM | Málningur av Fischer Heinesen avdúkaður
Updated: Sep 3, 2021
Fríggjadagin 3.september 2021 hevði Fischer Heinesen, stovnari skiparaskúlans í Klaksvík og hervið Sjónáms, fylt 120 ár.
Í hesum sambandi verður ein málning avdúkaður á Sjónámi, latin av Klaksvíkar Kommunu, sum Livar Nysted hevur málað.
Undan avdúkingini fer Fischer Johannesen at greiða frá um lívið hjá abbanum.
Okkurt leskiligt verður omaná og Pætur við Keldu spælir góðan tónleik afturvið og listamaðurin verður eisini til staðar.
Tiltakið byrjar kl.11 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Sjónám
(Á myndunum 📸 Fischer Heinesen)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjónám
Comments