Sjónám | Anton er í tænastutíð aldursforsetin
Enn ein serligur starvsdagur á Sjónámi.
Enn finnast tey, ið ganga stillisliga um hurðarnar og "tonkja ei um blaðmansrós, ei steyp og laurberkrans" sum skaldi tekur til.
Men frá eldri heimildum frættist at Anton Højgaard fyrr í mánaðinum óansaður var farin um 25 ára hvarvið sum lærari á Sjónámi (fyrr Klaksvíkar Sjómansskúla).
Anton er í tænastutíð aldursforsetin av lærarunum, og hansara hollu royndir koma mangan til gagns hjá bæði næmingum og starvsfólki, við at hann altíð er tilreiðar at veita góð ráð ella hjálpandi hond.
Anton er ein fyrimyndarligur úrmælingur, ið hevur stórt rós uppiborið fyri sína drúgvu og lýtaleysu tænastu á skúlanum.
Tað hepnaðist at fanga høvuðspersónin á linsuni eina fríløtu á korridorunum og handa eina lítla heilsan.
Hjartaliga til lukku Anton og bestu ynski víðari á starvsleiðini
(Myndir 📸 Sjónám)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjónam
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjónám
Comments