SJÓNÁM | 1 millión í stuðul frá A.P. Møller
Stuðulin skal brúkast til at bjóða fleiri trygdarskeið í frálandsvinnuni.

(Mynd 📸 Sjónám / Trygdarvenjing)
Sjónám í Klaksvík fingið eina millión frá A.P. Møller Fonden.
Stuðulin skal brúkast til at bjóða fleiri trygdarskeið í frálandsvinnuni. Hetta eru skeið, sum ikki kunnu takast í Føroyum. Føroysk sjófólk noyðast av landinum at taka hesi skeiðini.
Gongst sum ætlað verða fyrstu skeiðini í seinnu hálvu í 2022. Talan er um kravd skeið í frálandsvinnuni, sum skulu endurnýggjast fjórða hvørt ár.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF og Sjónám
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments