SJÓKOVIN | Ársfrágreiðing um fiskivinnuna 2021
Fororð
Eitt av aðalendamálunum hjá Sjókovanum er at økja kunnleikan um føroysku fiskivinnuna.
Í ársfrágreiðingum Sjókovans um fiskivinnuna savna vit upplýsingar og vitan um avreiðingar, útflutning, arbeiðsmarknað, lívfrøðilig tilmæli, oljunýtslu í flotanum, stødd og endurnýggjan av fiskiflotanum á einum staði.
Ætlanin er at lýsa hesar tættir á hvørjum ári og á hendan hátt vera viðvirkandi til at gera søguligt tilfar, sum kann nýtast í framtíðini. Umframt hesar tættir viðgera vit á hvørjum ári serstøk aktuell evni. Í ár leggja vit stóran dent á at greina oljunýtsluna í fiskiflotanum.
Tíverri finnast eingi almenn útgreinaði tøl fyri oljunýtsluna hjá skipabólkunum. Tí hevur Sjókovin fingið útvegað oljunýtslutøl frá reiðaríum, sum síðani kunnu brúkast til at meta um hvussu gongdin hevur verið.
Sjókovin hevur frá byrjan av ynskt at fingið størri fokus á hvussu umhvørvisliga ávirkanin av fiskivinnuni kann minkast. Oljugreiningin gjørdist brádliga sera viðkomandi nú, tá ið oljuprísurin er serstakliga høgur, umframt at útlitini í mun til útflutning og fiskaprísir eru so óviss í sambandi við russisku innrásina í Ukraina.
Ætlanin er, framhaldandi at byggja uppá hesar greiningar, soleiðis at vit við tíðini fáa eina meira fullfíggjaða mynd av hvussu støðan er viðvíkjandi oljunýtslu í fiskiflotanum, og hvussu hetta kann býtast út á ymiskan reiðskap og fiskasløg.
Frágreiðingin í ár vísir eisini til viðkomandi frágreiðingar og tilmælir, sum eru útkomin í seinasta árinum. Høvuðsgrundarlagið undir frágreiðingini eru almenn hagtøl frá Vørn og Hagstovu Føroya, umframt tilfar og tilmælir frá Havstovuni og ICES.
Við hesari ársfrágreiðingini hava vit ment eitt samvirkið amboð, sum ger tað møguligt at fáa atgongd til viðkomandi vitan um fiskivinnuna. Vit vóna, at frágreiðingin verður eitt gott íkast til eitt upplýst kjak og greiningar av fiskivinnuni frameftir. Sjókovin - apríl 2022
👉🏻 Les alla frágreiðingina her: sjokovin.fo
(Myndir 📸 Frá ovast: Unn Laksá, Magni Laksáfoss, Sigrun Wenzelsdóttir Várting, Malan Árnadóttir)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjókovin.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments