SJH Commercial Divers og Kav leggja saman
Samanleggingin verður gjørd fyri at fáa ein størri marknaðarpart og betri kappingarføri á føroyska marknaðinum.
Tvær fyritøkur innan føroyska kavaravinnu leggja nú saman í eina fyritøku.
Talan er um fyritøkuna Kav við heimstaði í Klaksvík og SJH Commercial Divers við heimstaði í Vestmanna.
Tilsamans eru einir 16 kavarar knýttir at báðum feløgum. Feløgini ráða eisini yvir fimm arbeiðsbátum eins og aðrari útgerð sum verður brúkt innan yrkið.
Símun Jákup Højsted, sum er annar av stjórunum í nýggja felagnum, sigur, at samanleggingin verður gjørd fyri at fáa ein størri marknaðarpart og betri kappingarføri á føroyska marknaðinum.
Frammanundan hava feløgini havt ein stóran part av sínum umsetningi uttanlands, men í dag er tað mesta av arbeiðnum innanfyri landoddarnar.
Vilhelm Hansen, sum var stovnari og eigari av Kav, heldur eisini fram sum stjóri í nýggja felagnum.
(Mynd 📸 SJH.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: VP.fo
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #SJHCommercialDivers #kav
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #SJHCommercialDivers #kav
Comments