SAMBANDSFLOKKURIN | Mist tolið við landsstýrinum
Flokkurin er sjálvur komin við uppskoti um at broyta lógina um tøkugjald
(Mynd📸 Sambandsflokkurin)
Sambandsflokkurin skjýtur upp, at tøkugjaldið fyri laks, sum skal meirvirkast, skal í mesta lagi vera 7,5 prosent.
Sambandsflokkurin hevur mist mótið um, at landsstýrið fer at gera nakað við tøkugjaldið og tøkugjaldsstigan, so at treytirnar at meirvirka laks gerast betri. Tað sigur Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, hevur sagt, at vandi er fyri, at 300 til 400 arbeiðspláss á Bakkafrosti detta burtur, tí tøkugjaldið ger, at tað ber seg ikki fíggjarliga at gera lidnar vørur. Nú er Sambandsflokkurin sjálvur komin við uppskoti um at broyta lógina um tøkugjald.
Á virkinum hjá Bakkafrosti á Glyvrum. (Mynd 📸 KVF.fo)
Sambandsflokkurin sigur, at tøkugjaldið, og serliga tøkugjaldsstigin, eiga ikki at vera soleiðis, at tað ikki loysir seg fíggjarliga at meirvirka laks. Tøkugjaldið fyri tann laksin eigur í mesta lagi at vera 7,5 prosent. Loftið í galdandi lóg er 20 prosent.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments