RUNAVÍKAR HAVN | Síðsta ferðamannaskipið í ár
Runavíkar havn hevur, saman við Visit Runavík og lokala cruisetoyminum í Elduvík, tikið ímóti síðsta ferðamannaskipinum í ár.
Hetta var skipið Spitsbergen hjá reiðarínum Hurtigruten, sum vitjaði í Elduvík mikudagin 4. oktobur. Tey 123 ferðafólkini vórðu førd í land við smábátum, har tikið varð ímóti teimum á lendingini uttanfyri bygdina. Vitjanin, sum er skipað eftir einum serstøkum leisti, har dentur verður lagdur at tryggja sosiala burðardygd, gekk sera væl.
Í Elduvík verður tikið ímóti í mesta lagi trimum ferðamannaskipum um árið, og øll gleða seg til at taka ímóti trimum skipum aftur næsta ár.
Talið á vitjanum er støðugt vaksandi, og higartil hevur Runavíkar havn fingið 34 cruise-bíleggingar í 2024 og 2025.















(Myndir 📸 Runavíkar Havn)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Runavíkar Havn
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #runavíkarhavn #portofrunavik
Fylg LinkedIn #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #runavíkarhavn #portofrunavik
Comments