top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

RUNAVÍKAR HAVN | Metgott úrslit 2021

Tølini fyri Runavíkar havn eru ikki endalig, men ein kvalifiserað meting út frá tølunum nakað fyri jól bendir á, at Runavíkar havn hevur havt sítt besta ár nakrantíð.

(Sí størri talvu við at trýsta á myndina)


Bruttoinntøkan verður 21,5 mió. kr. og nettoúrslitið verður 11,2 mió. kr. Havast skal tá í huga, at ferðamannaskipini, sum fleiri høvdu boðað frá komu, og sum áður skroyvaðu nakað upp í inntøkunum, avlýstu vitjanirnar í 2021 á sama hátt sum í 2020. Í 2022 hava 7 ferðamannaskip boðað frá vitjan, og higartil hava 5 skip boðað frá komu í 2023. Hvussu hetta fer at vignast, veldst alt um hvussu leikur fer við farsóttini Covid-19 í tíðini frameftir.


Um inntøkurnar er annars at siga, at tær renna úr nógvum ymsum keldum, harvið stendur Runavíkar havn á væl tryggari grund enn onkuntíð, sum eisini sæst á yvirlitinum aftur til 2005, tá samanleggingar av fleiri kommunum í oynni vóru atvoldin til støddina á havnaverkinum, sum vit kenna tað í dag.

(Mynd 📸 Facebook síðan hjá Runavíkar Havn)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Runavíkar Havn

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page