Rosebank dryppar á føroyingar
Fyri 10 árum síðani lá hesin boripallurin á Skálafjørðinum. Nú sær føroysk tænastuvinnna aftur møguleikar í oljuvinnuni
Video 📸 KVF.fo)
Um tvey ár fer Equinor, sum er fyrrverandi Statoil, at bora eftir olju og gassi beint við føroyska markið. Føroyskir tænastuveitarar vóna, at tað eisini fer at dryppa á teir úr milliardaíløguni.
Oljufelagið Equinor fer nú at fáa oljuna og gassið í Rosebank oljubrunnin upp og byrja framleiðslu. Brunnurin liggur bara 15 kilometrar frá føroyska markinum.
Tað er Føroya orku og ídnaðarbólkur sum saman við Sjóvinnufelagnum, ið hava boðið Arna Gürtner, stjóra í Equinor, og Jákup Øregaard, sum stendur á odda fyri boringunum hjá felagnum uttan fyri Norra, til Føroya at greiða møguligum føroyskum tænastuveitarum frá ætlanunum á Rosebank feltinum.
Nógv vinnulívsfólk vóru í dag á Hotel Hilton og lurtaðu.
Rosebankbrunnurin varð funnin í 2004. Í 2026 er ætlanin at framleiða. Í brunninum er mett at vera 300 milliónir tunnur av olju. Væntað verður, at framleitt verður næstu 25 árini.
Oddafólkini í Equinor vilja ikki gera samrøðu við fjølmiðlar um ætlanirnar. (nevndin í
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments