ROCK TRAWL DOORS | Thyboron Trawldoors hevur keypt øll partabrøvini
Updated: Apr 30
Thyboron Trawldoors hevur keypt øll partabrøvini í Rock Trawl Doors, men framleiðslan heldur kortini fram í Vági.
(Myndir 📸 Rock.fo)
Hetta eru gleðisboð siga feløgini bæði. Hesum boðar Rock Trawl frá í dag.
"- Vit kunnu við gleði boða frá at Thyboron Trawldoors hevur gjørt semju við Rock Trawldoors í Føroyum", boðar felgaði í Vági frá.
Somuleiðis sigur Thyboron Trawldoors, at tey eru sera errin av at partaeigarnir hava álit á teimum, at Thyboron Trawldoors verður litið í hendur at, yvirtaka stafettina í sama anda, sum hevur eyðkent Rock Trawldoors í góð 20 ár.
Rock Trawldoors heldur fram við somu leiðslu og starvsfólkum. Petur Kjaerbæk heldur fram sum stjóri og Samal Trolle er framleiðsluleiðari. Somuleiðs heldur framleiðslan fram óbroytt í Vági.
Eisini fer Rock Trawldoors at framhaldandi virka sum eitt sjálvstøðug fyritøka, við sínum egnu vørum. 17 fólk starvast hjá Rock Trawldoors.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: rock.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments