A.P. MØLLER MÆRSK | Robert Mærsk Uggla nýggjur formaður í Mærsk
Robert Mærsk Uggla, sum í dag er nevndarformaður í peningatanganum hjá A.P. Møller Holding, yvirtekur sessin sum formaður í A.P. Møller-Mærsk eftir at verandi formaðurin, Jim Hagemann Snabe, gevst.
(Mynd 📸 TradeWinds / Robert Mærsk Uggla, sum er abbasonur Mærsk Mc -Kinney Møller, verður skjótt ovastur í A.P. Møller - Mærsk, tá hann verður formaður í nevndini fyri A.P. Møller-Mærsk.)
Sostatt kemur Mærsk-familjan aftur á sjálva trónuna í Mærsk-samtakinum.
- Tað er við stórari eyðmýgd, at eg stilli upp sum formaður í fyritøkuni, sum eg havi fylt tætt alt mítt lív. Vit endurnýggjaðu bygnaðin í A.P. Møller – Mærsk í 2016 og eru komin langt á fleiri økjum. Eg eri ógvuliga takksamur fyri leiklutin hjá Ane og Jim – og fyri stuðul teirra í framtíðini, sigur Robert Mærsk Uggla millum annað. Hann er abbasonur Mærsk Mc-Kinney Møller.
Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla, sum er næstforkvinna í nevndini, hevur eisini boðað frá, at hon ætlar at sleppa úr nevndini, tá hennara valskeið er av 15. mars 2022 – um somu tíð, sum Jim Hagemann Snabe leggur frá sær.
- Umbroytingin av A.P. Møller – Mærsk er gjørd í bingju-logistikk og er væl á veg takkað verið nevndini, leiðsluni í felagnum við Søren Skou CEO á odda – og hansara mongu góðu starvsfólkum, sigur Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla millum annað.
Hon hevur sitið í A.P. Møller – Mærsk stjórnini síðan 1991 og verið næstforkvinna síða 2003. Nógvir føroyingar sigla – og hava siglt við Mærsk.
(Mynd 📸 Vesselfinder / Mærsk skip)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Maritime Danmark og Antares
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments