REIÐARAFELAGIÐ FYRI HANDILSSKIP | FAS-skipanin er grundarlagið fyri einum føroyskum handilsflota
Fríggjadagin 11. februar 2022 hevði Reiðarafelagið fyri Handilsskip (RFH) aðalfund. Jens Meinhard Rasmussen legði fram ársfrágreiðing felagsins, har hann legði stóran dent á týdningin av eini kappingarførari FAS-skipan, um vit í Føroyum skulu hava ein altjóða handilsflota.
(Í nevndini hjá RFH sita Jens Meinhard Rasmusesn, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Álvur Højgaard (Mynd 📸 Vinnuhúsið)
Seinastu tíðina hevur FAS-skipanin verið nógv viðgjørd alment, og ført hevur verið fram, at FAS-skipanin hevur ávísar vansar, um hon ikki verður umsitin á rættan hátt.
RFH tekur fult undir við, at landsins myndugleikar hava eftirlit við hesi skipan og harvið forða fyri møguligari misnýtslu. RFH metir, at um myndugleikar ynskja at kanna FAS-skipanina nærri, eru tað í størri mun aðrar skipanir kring FAS, sum tørvur kann vera at hyggja at.
Felagið mælir tí til, at bæði FAS-skipanin og aðrar atknýttar skipanir verða endurskoðaðar. T.d. er sera týdningarmikið, at eftirlitið við skipanini verður styrkt, so at myndugleikar kunnu útinna eitt betri og meira fullfíggjað eftirlit.
- Reiðarí hava ábyrgd at tryggja, at virksemi, rakstur og menning fer fram á ein ábyrgdarfullan hátt, sum er burðardyggur sosialt, fíggjarliga og í mun til umhvørvið, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFH.
Síðani lógin um FAS-skipanina varð broytt í 2008, er føroyski handilsflotin nógv vaksin. Handilsskip eru í dag ein týðandi inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum og skapar fleiri arbeiðspláss til okkara sjófólk og fólk við høgari serfrøði. Harumframt er handilsflotin við til at javna búskaparligu sveiggini í Føroyum, tí talan um eina altjóða vinnu, sum ikki er knýtt at samfelagsgongdini her heima.
Menningin av føroyska handilsflotanum hevur ført til nýggjar vinnumøguleikar á sjógvi og landi. Hetta er ein sólskinssøga á maritima økinum, har vit við støði í okkara siðbundna styrki hava ment ein framkomnan nýggjan vinnuveg og starvsmøguleikar. FAS-skipanin er grundarlagið undir øllum hesum virksemi, og tí eigur skipanin at mennast, soleiðis at hon framhaldandi kann vera ein týðandi partur av føroyskum vinnulívi.
Til ber at lesa alla ársfrágreiðingina hjá RFH her.
Álvur Højgaard nýggjur nevndarlimur
Á aðalfundinum stóðu Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Jónas Sigmarsson fyri vali. Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen og Sjúrður Johansen vórðu valdir aftur, meðan Jonas Sigmarsson ikki ynskti at stilla upp aftur. Til nýggjan nevndarlim valdi aðalfundurin Álvur Højgaard.
Í nevndini sita: Jens Meinhard Rasmusesn, Gunnbjørn Joensen, Hentzar Steingrímsson, Bogi P. Nielsen, Sjúrður Johansen og Álvur Højgaard. Nevndin hevur skipað seg við Jens Meinhard Rasmussen sum formanni og Hentzar Steingrímsson sum næstformanni.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuhúsið
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FaroeIslands #ReiðarafelagiðfyriHandilsskip #RFH #Vinnuhúsið #Navigare #SmyrilLine #FaroeShip #Samskip #TorShipping
Fylg LinkedIn #'s:
Comments