Rakstrarleiðari til Tórshavnar havn – endurlýsing
Starvið verður sett skjótast til ber.
(Mynd 📸 KVF.fo)
Tórshavnar havn sóknast eftir einum framsøknum og dugnaligum leiðara at standa á odda fyri rakstri og viðlíkahaldi av bryggju øki, bátahyljum og bygningum.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Leiðarin á Rakstrardeildini hevur týðandi ávirkan og ábyrgd av viðlíkahaldsætlanum fyri øki leiðarin varðar av. Haraftrat hevur rakstrarleiðarin nógv samskifti við viðskiftafólk, ið hava sítt dagliga virki á økinum hjá Tórshavnar havn. Á Tórshavnar havn arbeiða vit við umframt rakstri, tekniskari málsviðger, havnaumsjón, umsiting, sølu og verkfrøði.
Talan er um eitt spennandi starv, sum krevur góð leiðsluevni og eldhuga. Tú ert leiðari fyri rakstrardeildini á Vestaru bryggju, sum er manna við arbeiðsfólki og handverkarum við ymiskum handverksfakligum útbúgvingum. Tú kemur at hava ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahalds og verkætlanum. Rakstrar leiðarin vísir til Stjóran hjá Tórshavnar havn.
Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum er at skipa og menna virksemið soleiðis, at Tórshavnar havn framhaldandi kann veita eina góða tænastu til viðskiftafólk.
Tú skalt duga at síggja møguleikar og áhaldandi góðskutrygga arbeiðsgongdir, fyrisiting og tænastur, sum Tórshavnar havn umsitur.
Tú kemur m.a. at:
tryggja sunnan rakstur – herundir hava ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum hjá rakstrardeildini
skipað og fremja skilagott viðlíkahald
skipað fyri og tryggja at húsavarðatænastan fyri ognirnar og leigumálini eru nøktandi
hava regluligt samskifti við viðskiftafólk
raðfesta keyp av útgerð, vørum og tænastum
hava fingurin á pulsinum við at luttaka aktivt í alskins uppgávum og verkætlanum
Søkt verður eftir leiðara sum:
er útbúgvin maskinmeistari ella aðra viðkomandi útbúgving
hevur fakligar førleikar innan bygnings- og anleggsrakstur og viðlíkahald
hevur góð samstarvsevnir og megnar at skipa arbeiðið og leiða starvsfólk við fjølbroyttum fakligum førleikum og uppgávum
dugir at ráðleggja, at seta mál og at fremja átøk
kann veita viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu
hevur góðan telduførleika
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við maskinmeistarafelagið í 15. lønarflokki ella tilsvarandi í avvarðandi sáttmála.
Starvið er fulltíðarstarv og væntast kann, at starvið, av og á inniber skeivar arbeiðstíðir.
Umsókn og freist
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar havn í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11. august 2024.
Meira fæst at vita við at venda sær til Hanus Mikkelsen, stjóra, á telefon 28 56 99 ella á teldupost hanusm@torshavn.fo
--------------------
Um Tórshavnar havn
Tórshavnar havn er við til at tryggja trivna og vælferð í samfelag okkara, og er hjarta í tí Føroyska flutningskervinum innan farma og ferðafólka flutning, umframt at fiski og alivinnan trívast væl í Tórshavnar havn.
Virksemissøkið hjá Tórshavnar havn fevnir um allar bryggjur, svarandi til 400.000 ferðmetrar av leiguøki í Tórshavn, á Sundi, Langasandi og Oyrareingjum. 3.500 metrar av bryggjukanti oman á og undir vatni. Uml. 40.000 ferðmetrar av leigumálum. 11 bátahyljar spjaddar yvir alla kommununa, 900 báta pláss við tilhoyrandi bátabrúgvum, trygdar útgerð, vatn og el-veitingar skipanum. Afturat hesum, verða 800.000 tons av farmi flutt um bryggjurnar árliga, og umleið 600.000 ferðafólk ferðast á eystaru bryggju árliga.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Port of Tórshavn
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments