top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Ráðstevnan: Vitan til varandi aling fyri 3. ferð

Tann 8. november verður ráðstevnan Vitan til varandi aling hildin á triðja sinni.


Ráðstevnan: Vitan til varandi aling fyri 3. ferð


Tann 8. november verður ráðstevnan Vitan til varandi aling hildin á triðja sinni.


Evni, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru á ein ella annan hátt viðkomandi vitan, ið kann verða grundarlag undir burðardyggu menningini av føroysku alivinnuni.


Talan er um eina føroyska vísindaliga ráðstevnu, ið skal virka sum eitt savningarstað fyri føroyska akademiska umhvørvið og allar granskarar, ið á ein ella annan hátt fáast við alirelateraði evni.


Tað er Firum, sum skipar fyri ráðstevnuni. At hjálpa til við fyrireikingini av ráðstevnuni er ein vísindanevnd skipað, ið er mannað av granskarum frá ymiskum føroyskum granskingarstovnum. Í vísindanevndini sita Unn Laksá, frá Sjókovanum, Eilif Gaard frá Havstovuni, Debes Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Bárður Joensen frá Fróðskaparsetrinum og Ása Jacobsen frá Firum.


Yvirskipaðu evnini fyri ráðstevnuna verða í breiðum høpi innan hesar karmar:

Tøknimenning

- aling á landi (RAS)

- nýggj tøkni, nýggir møguleikar

- nýggjar alivinnur


Umhvørvið

- árin frá alivinnu á vistskipanina

- árin frá umhvørvinum á alivinnuna

- lívfrøðiligt margfeldi

- ávirkan av veðurlagsbroytingum á alivinnuna


Týdningur av alivinnu á búskap og samfelag (implementerast øll evni)

- búskapar avleiðingar av tøkni

- búskaparligar avleiðingar og lívfrøðiligt margfeldni

- marknaðarkrøv


Sum vanligt er, tá skipað verður fyri vísindaligum ráðstevnum, verður í næstum lýst eftir framløgum, og kunnu granskarar tí senda ein stuttan samandrátt, sum í stuttum lýsir innihaldið av ætlaðu framløguni. Samandrátturin verður síðani mettur av skikkaðum granskarum og so verður mett um pláss verður fyri framløguni á ráðstevnuni.


Í næstum verður kunna nærri um tilmelding, hvar ráðstevnan verður hildin og annað viðkomandi.



(Mynd📸 Firum)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: Firum

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page