top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Politikkur | Aksel hevur svarað Jørgen um Ruth

Writer's picture: Ólavur Í GeilÓlavur Í Geil

Einki er at koma eftir, staðfestir Løgmaður

Jørgen Niclasen hevur skrivligan fyrispurning um útisiglara málið
Jørgen Niclasen hevur skrivligan fyrispurning um útisiglara málið

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 067/2024 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Jørgen Niclasen, løgtingsmanni, um embætisførsluna hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum í sambandi við broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur sambært norðurlendska tvískattasáttmálanum


Fyrispurningurin var soljóðandi:


  1. Metirløgmaður,atlandsstýriskvinnanviðkunngerðnr.95frá4.september2024umbroyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur hevur brotið § 41 í stýrisskipanarlógini?

  2. Metirløgmaður,atlandsstýriskvinnanífíggjarmálumhevurbrotið§54ístýrisskipanarlógini,tá hon ikki ráðførdi seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 um broyttan linkingarhátt fyri lønarinntøkur varð sett í gildi?

  3. Heldur løgmaður, at tað er í lagi, at landsstýriskvinnan hækkar skattin munandi hjá ávísum bólkum uttan at spyrja Løgtingið?


Svar:

Til spurning 1

Sambært § 41 í stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Heimildin at skatta inntøkur, ið eru vunnar uttanlands, er framvegis í vanligu skattalóggávuni, ið inniheldur eina globalinntøkumeginreglu. Tvískattasáttmálar snúgva seg ikki um at áleggja skatt, men um at linka skatt.


Broytingin í linkingarháttinum frá eksemptión til kreditt varð framd við løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018, um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996, skjal 2, rómartal X til grein 25, har tað stendur, at ásetingin í grein í 25, stykki 2.c, eftir umbøn frá Føroyum, kann verða strikað.


Kunning um broytta linkingarháttin varð fráboðað við kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 við virknaði frá 1. januar 2025.


Víðari verður sagt, at:“Landsstýrið hevur ætlanir um, at broyta linkingarhátt frá eksemptión til kreditt”.


Sambært viðmerkingunum til løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018, var hetta eisini endamálið við lógaruppskotinum, har sagt verður, at uppskotið dagførir:

“protokollini tvískattasáttmálan soleiðis, at Føroyar eins og Danmark, Ísland, Noreg og Svøríki einsæris kunnu skifta linkingarhátt frá eksemptión til kreditt”.


Leggjast kann afturat, at í uppskoti til løgtingslóg nr. 196 frá 21. desember 2018, um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (lm- 076/2018), stendur undir pkt. 2.14. Leggur lógaruppskotið heimildir til landsstýrismannin, ein annan enn landsstýrismannin ella til kommunur, at:

“Uppskotið heimilar, at landsstýrismaðurin broytir linkingarhátt frá eksemptión til credit.”


Sostatt hevur spurningurin um broyttan linkingarhátt fingið drúgva viðger í Løgtinginum. Her skal viðmerkjast, at spyrjarin Jørgen Niclasen, tá hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum, sjálvur legði uppskot fram, har mælt var til at broyta linkingargátt. Víst verður til løgtingsmál 34/2012.


Vísast kann á, at broytingin í linkingarhátti frá eksemptión- til kreditt-regluna eisini er framd í grannalondum okkara, og at hetta, t.d. eisini í viðgerðini á Fólkatingi, varð mett at kunna gerast fyrisitingarliga. Sí 1999/1 LSF 43.


Til spurning 2

Mett verður ikki at talan er um eitt mál, ið krevur ráðførslu sambært stýrisskipanarlógini §54.


Til spurning 3

Sí svar til spurning 1.


Í Tinganesi, 20. januar 2025

Aksel V. Johannesen løgmaður


(Mynd 📸 BFI)


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: Løgmansskrivstovan

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

NÝGGJASTA

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page