PROFILUR | Sámal Petur Olsen 🚢⚓
TÁ OCEAN PRAWN SAKK VAR RINGASTA HENDING
(Myndir 📸 FSN Føroya Skipara- og navigatørfelag)
1. Fult navn, ættaður, bústaður, føddur, børn? Sámal Petur Olsen, føddur 12. desember 1960, ættaður av Toftum, búsitandi í Havn. Eigur ein son, sum er 31 ár, og býr í Danmark.
2. Útbúgving? Skipsførari.
3. Starv? Stýrimaður á Smyrli.
4. Hvussu heldur tú, útlitini eru hjá navigatørunum? Ikki so nógvir í Føroyum, men góðir møguleikar úti í verðini.
5. Hvat er størsta avbjóðingin hjá navigatørunum í dag? At fáa starv, um tú ynskir hýru við føroyskum skipum.
6. Nær fór tú fyrstu ferð til skips? Sum 14 ára gamal í 1975 við Sjóborgini, ið abbin á Toftum, Hans Petur Højgaard, átti og førdi.
7. Hvørjum skipum hevur tú siglt við? Trol-, línu- og farmaskipum.
8. Longsti túrur til skips? Seks mánaðar sum yvirstýrimaður við Torm Marina.
9. Frítíðarítriv? Sum diabtikari roynir hann at ganga nógv.
10. Slag av bili? Suzuki Vitara.
11. Telda? Ein berbar telda av merkinum MSI.
12. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sæð? Bøkurnar hjá Wilbur Smith. Besti filmururin haldi eg vera týski filmurin “Das Bot”
13. Besti tónleikur/sangur? Hørpuspælarin hjá Hanus G. Johansen.
14. Hvat kann gera teg gleðan? Tá tað gongst væl í hond hjá bæði mær sjálvum og soninum.
15. Hvat kann øsa teg? Tá fólk eru óerlig.
16. Hvat metir tú, er ein góður skipari? Ein, sum altíð er róligur og kemur við góðum ráðum, og annars uppførir seg væl mótvegis manningini.
17. Onkur serlig hending í tínum lívi, góð/minni góð? Tá eg gjørdist pápi og tók ímóti soninum var ein stórhending fyri meg. Ein keðilig hending var, tá Ocean Prawn sakk, har eg var við Fame, og vit tóku manningina upp og lógu við skipið, til tað var sokkið.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: FSN
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FSN #FøroyaSkiparaogNavigatørfelag #Sjóvinnustýrið #Vinnuháskúlin #Sjónám #TvøroyrarHavn #Maskinmeistarafelagið #BFISamrøða #AdventManagement #MaritimeFaroeIslands #FaroeIslands
Fylg LinkedIn #'s:
Comments