top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

PROFILUR | Hallur Mohr 🚢⚓

ELDUR Í SKIPIÐ Á VÍÐUM HAVI VAR RINGASTA HENDING

(Myndir 📸 FSN Føroya Skipara- og navigatørfelag)


1. Fult navn, bústaður, føddur, børn? Hallur Mohr, føddur í Fuglafirði 1. august 1955, og búsitandi í Hoyvík. Giftur við Ester Mohr. Børnini eru fimm í tali. Ein dóttir 49 ár, sonur 43, sonur 40, dóttir 32 og sonur 23 ár. 2. Útbúgving? Skipsførari


3. Starv? Skipari ĂĄ Ternuni, sum siglir millum Havnina og NĂłlsoy.


4. Hvussu heldur tú, at útlitini hjå navigatørunum eru? Tey síggja gott út, tí tað eru sera góðir møguleikar at útvega sÌr hýru, serliga sum útisiglari.


5. Hvat er størsta avbjóðingin hjå Navigatørunum í dag? Hetta at duga av virka millum alskyns fólkasløg og manningar.


6. NÌr fór tú fyrstu ferð til skips? Sum messudrongur bert 15 åra gamal í august 1970 við Norðbúgvanum, ið var garnabåtur. Ein túrur, sum vardi í sjey månaðar undir Grønlandi.


7. Hvørjum skipum hevur tú siglt við? Garnaskipinum Norðbúgvanum, nótaskipunum Sólborg og Krúnborg, trolaranum Dragabergi og síðani út í heim at sigla við bingjuskipum hjá reiðarínum Knud Larsen. Í 2001 gekk leiðin heimaftur, har Strandferðslan stóð fyri tørni, og hevur verið arbeiðsplássið síðani.


8. Longsti túrur til skips? Sjey månaðar undir Grønlandi við garnaskipinum Norðbúgvanum.


9. FrĂ­tĂ­Ă°arĂ­triv? TĂłnleikur, serliga klaver og gittar.


10. Slag av bili? Toyota Auris


11. Telda? HP


12. Hvat er besta bók, tú hevur lisið og filmur tú hevur sÌð? Lesi ikki serliga nógv og brúki heldur ikki tíð framman fyri sjónvarpinum. Høvuðsorsøkirnar eru helst, at bÌði arbeiði og frítíðarítriv fylla so nógv.


13. Besti tĂłnleikur/sangur? GospeltĂłnleikur og gospelsangur.


14. Hvat kann gera teg gleĂ°an? At mĂ­ni medmenniskju og fĂłlk Ă­ heila tikiĂ° hava taĂ° gott.


15. Hvat kann øsa teg? Haldi meg vera góðsligan av sinni, men mÌr dåmar sera illa, tå avtalur ikki verða hildnar, og tå fólk ikki møta til tíðina.


16. Hvat metir tú, er ein góður skipari? Ein, sum í hvussu er hevur annað beinið niðri å dekkinum. At vera góður við manningina hevur sera stóran týdning. Harafturat hetta at geva sÌr tíð at lurta eftir øllum fólkum og virða teirra sjónvarmið.


17. Onkur serlig hending í tínum sjólívi, góð/minni góð? Tå eldur kom í Norðbúgvan í 1971, har vit vóru å veg úr Føroyingahavnini út å fiskileið. Tað vóru vånalig líkindi og kalt, tå vit um morgunin vóru útpurraðir, og sjålvandi í lítlum og ongum klÌðum, har vit måttu flýggja út å båtadekkið undan eldinum. Annar meistarin, Regin Djurhuus, fór niður í eitt manningakamar, har eldurin var kyknaður, og fekk hann sløktan. Tað var eitt satt bragd hann tå gjørdi. Annars vÌnti eg ikki, at vit vóru slopnir við lívinum. Tað var sanniliga ein góð hending í eini ógvuliga ringari støðu.


18. Hvussu og hvar heldur tú jól og nýggjår í år? Heima hjå okkum sjålvum í Hoyvík við allara familjuni samlaðari. So tað verður sannur jólahugni hjå okkum.

 

Trýst å knøttin og melda teg til okkara tíðindabrÌv


Logo
Logo
Logo


Kelda: FSN

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page