POLITIKKUR | Føroyar klárar at taka ímóti kjarnorkukavbátum
Kjarnorkutilbúgvingin er til reiðar!

(Mynd 📸 Bjarn K Petersen á Facebook)
Føroyar hava ment sína egnu tíðarhóskandi kjarnorkutilbúgving, soleiðis at vit nú eru til reiðar at taka ímóti kjarnorkuriknum kavbátum í Føroyum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur seinastu tíðina lagt stóra orku í at útvega útgerð og at menna førleikar til at seta á stovn eina virkna kjarnorkutilbúgving í Føroyum.
Higartil hevur kjarnorkutilbúgvingin ikki verið tíðarhóskandi og neyðugt hevur verið at sent boð eftir fólki og útgerð frá Beredsskabsstyrelsen úr Danmark í sambandi við kavbátavitjanir.
Við nýggju tilbúgvingini verður hetta ikki neyðugt longur.
Tað er merkisvert, at tað hevur eydnast Arbeiðs- og brunaeftirlitinum at borið so skjótt at við at fáa til vega eina kjarnorkutilbúgving við framkomnari útgerð eftir so stuttari tíð!
Tað sigur seg sjálvt, at vit skulu menna slíkar førleikar í Føroyum, og at vit skulu stremba eftir egnum og haldførum loysnum.
Útgerðin, talan er um, er millum annað fýra framkomin gammaspektrometur – sokallaðar “probur” – og telduforrit, sum neyvt kunnu máta øll sløg av geisling á sjógvi og á landi.
Tilbúgvingin inniber eisini, at fólk hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum hava fingið venjing í at brúka útgerðina.Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Kelda: Bjarni K. Petersen á Facebook
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Commentaires