Petur Larsen | Petur Larsen og Baader skiljast
- hóast tað er eitt sindur bittersweet, so hevur henda broytingin latið upp fyri spennandi nýggjum leiðum, sigur Rógvi Róin

Fyri góðum tveimum árum síðani legði Rógvi Róin uppslag út á LinkedIn, hvussu stolt tey hjá Petur Larsen vóru av langtíðar samstarvinum við Baader. Men eftir meira enn 50 ár við tøttum samstarvi er samstarvið endað.
- hóast tað er eitt sindur bittersweet, so hevur henda broytingin latið upp fyri spennandi nýggjum leiðum, sigur Rógvi Róin
Nevnda uppslag er her: https://lnkd.in/esbFFwep
- hóast meðan vit hyggja frameftir og knýta nýggj samstarv, halda vit fram við at servicera tær klassisku Baader maskinurnar – bæði her í Føroyum og um allan heimin. Okkara kommitment at halda hesar maskinurnar koyrandi er framvegis eins støðug og nakrantíð. 🛠️⚙️
Petur Larsen samráðast í løtuni við fleiri møguligar samstarvsfelagar og kannar nýggjar marknaðir fyri at geva meira fleksibilitet og møguleikar til tess at víðka kjarnuvirksemi felagsins við nýggjari nýhugsan.
- eg gleði meg at deila fleiri smálutir við tykkum skjótt. Inntil tá eri eg spentur uppá hendan næsta partin av ferðini, har vit kunnu byggja á okkara royndir og styrkja okkara støðu við nýggjum samstarvsfeløgum, sigur Rógvi Róin.
Eg kann framvegis staðfesta yvirskriftina frá fyri tveimum árum síðani:
SAMSTARV = SUKSÉ 🤝 .


(Pictures Petur Larsen/ Rógvi Róin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Petur Larsen
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #PeturLarsen #InternationalProjects #TwisterSmartDoors #IRSkit #Baader #FaroeIslands #Vónin #IndustrialSolutions #QualityAtItsBest
Fylg LinkedIn #'s:
Comments