MEININGAR | Onki russiskt skip kemur aftur í føroyska havn
Updated: Aug 17, 2023
Russisku trolararnir hava allir blandaðan fisk í lastini og tíski sleppa teir ikki í føroyska havn, men mugu umskipa uttanfyri 200 fjórðingamarkið, sigur Tórbjørn Jacobsen
(Mynd 📸 fm1.fo)
Í sendingini Stjórnin – politikkur á skák á fm1, umrøddu Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Ejdesgaard og Heðin Zachariasen løgmansrøðuna. Tórbjørn var bersøgin og segði at føroysku mynduleikarnir hava forroknað seg í mun til russisku sanktiónirnar. Samgongan metti at vit bara fóru at missa helvtina av russiska virkseminum í Føroyum, men nú hava vit mist alt, tí russisku trolararnir hava blandaðan fisk í lastini. Og tað kemur ongin russiskur trolari í føroyska havn, segði Tórbjørn Jacobsen. Og teir sum forvinna pening uppá hetta eru norðmenn, ið sigla pendulfart út á feltið har russarar umskipa, við bæði provianti og olju, legði Tórbjørn Jacobsen aftrat.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Norðlýsið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
コメント