top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

OLJAN | Oljuprísur 100 dollarar í vár

Updated: Mar 16, 2023

Ein av mongu metingunum og greiningum av framtíðar oljuprísinum kemur frá amerikanska oljurisanum Chevron, sum sigur, at prísurin fer at røkka 100 dollarar um nakrar mánaðir.

(Mynd 📸 Portal / Óljuborðingar á landi)


Fríggjadagin var oljuprísurin tann hægsti síðani oktober 2014 nevniliga 93,36 dollarar. Og tað eru teir greinarar, sum halda, at prísurin fer at hækka enn meira og røkka 100 dollaramarkinum innan nakrar mánaðir. Ein teirra er stjórin í amerikanska oljufelagnum Chevron.


Hetta byggir hann bæði á geopolitisku støðuna, sum hevur tikið seg upp millum Vesturheimin og Russland umframt vaksandi eftirspurningin eftir olju og gassi, sum veksur skjótari enn framleiðslan, skrivar Bloomberg. Hann vísir á, at tað er nakað nýtt, at kreppur sum hon í Ukraina, hava veruliga ávirkan á oljuprísin.


Kortini er tað ein sannroynd, at himmarhøgir oljuprísir fara neyvan at standa við leingi, tí tá hann nærkast sonevnda píningsmarkinum, har eittt nú fátøkk lond ikki megna at rinda fyri dýru oljuna, tá fer aftur at ganga hinvegin við eftirspurninginum og harvið eisini prísinum.


Eisini norski greinarin Helge Andre Martinsern frá DNB Markets væntar, at prísurin fer at halda fram við at vaksa. Enn ein orsøk til hetta er ein kuldabylgja, sum í løtuni floymir inn yvir statin Texas í USA, sum hevur við sær, at ein partur av amerikonsku framleiðsluni verður steðgað.


Eisini heldur hann tað hevur ávirkan, at fleiri av Opec londunum, sum annars hava bundið seg til at hækka framleiðsluna aftur, hava ilt við at gera tað. Eisini eru tekin um, at heldur ikki Russland megnar at økja um sína framleiðslu.


Hesar sannroyndir umframt at avleiðingarnar av korona eru við at minka kring heimin, eru við til at økja um virksemi, sum so aftur økir um eftirspurningin eftir orku.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Portal

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page