OCEAN RAINFOREST | Við á Seagriculture Conference
Ólavur Gregersen, stjóri og ein av stovnarunum hjá Ocean Rain Forest, var fyrsti høvðustalari á ráðstevnuni Seagriculture Conference, sum verður hildin í Tróndheimi í hesum døgum. Tað er ein stórur heiður at verða fyrsti høvuðstalið - opening keynote - á altjóða ráðstevnum.
Røðan fekk góða umrøðu fyrireikarnir av ráðstevnuni vóru sera fegnir um røðuna, sum gøtumaður helt. Í røðuni hugleiddi Ólavur um umskaringina millum hugflog og veruligar mannagongdir, tá ið talan um vøkstur í taraaling. Yvirskriftin á røðuni var: Fantasy and Reality Related to Scaling up Seaweed Cultivation
Ocean Rainforest, er høvuðsstuðul hjá Seagriculture ráðstevnuni, sum er tann tann 12 í røðini í Evropa.
Seagriculture er ein av førandi ráðstevnunum fyri taraaling í Evropa, Amerika í Kyrrahavsøkinum.
Sera spennandi er at fylgja Ocean Rainforest. Fyrirøkan alir tara, og hevur fingið fleiri altjóða viðurkenningar í ymsum høpum.
Les meira um Ocean Rainforest HER
(Mynd 📸 Ocean Rainforest)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda:
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments