Nýtt skip í FAS
Skipið er komið til landið og skal nú á beding hjá MEST at gera ymiskar betringar.

Nýggi Vermland, sum kemur fyri gamla skipið við sama navni, sum felagið Sp/f Vermland í Streymnesi eigur, er nú skrásettur í FAS.
Skipið er bygt í 2016 og er 2999 BT til støddar. Hetta er nakað størri enn gamla skipið, sum er 2199 BT til støddar.
Skipið er komið til landið og skal nú á beding hjá MEST at gera ymiskar betringar.
Síðani yvirtekur skipið fóðursiglingina hjá gamla vermland.
FAS ynsir Vermland vælkomnum í FAS og blíðan byr frameftir.

(Mynd / skríggjamynd 📸 Teyggjan.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments