top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

MASKINMEISTARAFELAGIÐ | Nýklaktir maskinmeistarar vitjaðu

Updated: Feb 27

Í Maskinmeistarafelagnum fegnast tey um vitjanirnar av limabólkum, sum verið hava. Formaðurin leggur dent á týdningin at hitta limirnar andlit til andlits, og væntar, at limirnir eisini fara at kenna eitt sterkari tilknýti til fakfelagið, tá teir hava verið á gátt. Ikki minst hevur tað týdning beinanvegin at fáa teir ungu og nýútbúnu maskinmeistararnar tilvitaðar um fakfelagið og tað, sum tað inniber av samhaldsfesti og fakfelagssinni.


(Mynd 📸 mf.fo)


Síðan í summar hevur Maskinmeistarafelagið nýtt tey høvi, sum verið hava, at bjóða avmarkaðum limabólkum til kunnandi fundir og eina hugnaliga løtu í felagshúsinum við Grønlandsvegin.


Afturvendandi eru teir nýútbúnu maskinmeistararnir bodnir á gátt stutt eftir, at teir hava fingið prógvini handað á Vinnuháskúlanum, men eisini aðrir limabólkar hava verið og vitjað, og formaðurin ætlar at halda fram at bjóða limabólkum inn á gólvið, tá høvið býðst.


19. januar brast aftur fyri nev á Vinnuháskúlanum í Havn, tá 17 maskinmeistarar fingu prógv, og í seinastu viku vórðu teir bodnir í Maskinmeistarafelagið til ein góðan bita, viðkomandi kunning og prát um leyst og fast.


Kunning

Arnfinn Bech, formaður, kunnaði millum annað um sáttmálarnar og onnur fakfelagsviðurskifti, og Finnur Joensen, skrivstovuleiðari, greiddi frá, hvat limirnir kundu brúka skrivstovuna til, og hvussu felagið fær hjálpt í gerandisdegnum.


Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, greiðir frá um fakfelagsviðurskifti, og hann gloymir ongantíð at leggja áherðslu á týdningin av samanhaldi og at eggja til samhaldsfesti.






(Mynd 📸 mf.fo)


Finnur Joensen, skrivstovuleiðari, greiddi frá, hvussu limirnir kunnu brúka felagið í gerandisdegnum.








(Mynd 📸 mf.fo)


Regin Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, var eisini við, og hann greiddi eitt sindur frá um sína lívsleið sum maskinmeistari og fakfelagsmaður. Hann hevur í skjótt 40 ár verið deildarleiðari á maskindeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og samstundis er hann ein serstakliga royndur fakfelagsmaður. Hann hevur nevniliga havt sæti í nevndini í Maskinmeistarafelagnum síðan 2001, og síðan 2007 hevur hann verið næstformaður.


Tá restin av nevndini er rættiliga nýggj í fakfelagshøpi, og manningin á skrivstovuni eisini er nýggj, eru drúgvu royndirnar hjá Regini Olsen sera virðismiklar, ikki minst nú, tá felagið er í samráðingum um fleiri ymiskar sáttmálar í senn.


Kunning um eftirløn og tryggingarviðurskifti er altíð á skránni í fundunum, og hesum partinum tók Dan Joensen, kundaráðgevi hjá LÍV, sær av.


(Mynd 📸 mf.fo)

Regin Olsen, næstformaður og nestor í Maskinmeistarafelagnum, greiddi frá lívsleið líni sum maskinmeistari og nevndarlimur í eitt drúgt áramál



Álvarsmál


Frá felagsins síðu verður dentur lagdur á, at limirnir fáa gott innlit í, hvat hendir við teirra  eftirlønaruppsparing, og ikki minni, at teir hava síni tryggingarviðurskiftii í lagi og verða leiðbeindir í tí sambandi.


Alt ov nógv dømi eru nevniliga um, at limir annaðhvørt ikki hava fingið upp í lag at fáa síni tryggingarviðurskifti upp á pláss, ella teir hava hildið, at alt var í lagi, tá teir í veruleikanum eitt nú vóru dotnir úr samlagstryggingini. So hevur vanlukkan rakt, og teir hava verið við sviðusoð, ella familjan hevur staðið eftir við ongum, um tað vanlukkuliga er hent, at limurin er deyður.


(Mynd 📸 mf.fo)

Dan Joensen, kundaráðgevi í LÍV, greiddi frá um eftirløn og samlagstrygging


Størri tilknýti

Aftaná ta meira formligu og skipaðu kunningina, vóru ríkir møguleikar fyri práti um leyst og fast, og henda partin heldur formaðurin vera eins týdningarmiklan og alt hitt.


- Tað, sum vit í Maskinmeistarafelagnum ynskja, er, at limirnir fara at kenna eitt størri tilknýti til fakfelagið, og vit fara at kenna teir betri. Tað ger okkurt gott við kensluna at hoyra til onkrastaðni, til dømis í einum fakfelag, at tú hevur hitt fólkini, ið mynda felagið, andlit til andlits. Frástøðan minkar, og tað er lættari at samskifta, tá tað frameftir er brúk fyri tí.


- Fyri felagið hevur tað eisini týdning – og tað eigur eisini altíð at vera ein høgt raðfestur partur av okkara virksemi – at gera okkara til, at limirnir verða tilvitaðir um fakfelagsarbeiði, og alt sum tað inniber av samhaldsfesti og fakfelagssinni, sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.


(Mynd 📸 mf.fo)

(Mynd 📸 mf.fo)

(Mynd 📸 mf.fo)

(Mynd 📸 mf.fo)

(Mynd 📸 mf.fo)

(Mynd 📸 mf.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Maskinmeistarafelagið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page