top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

NORRA | Framvegis á fjórðaplássinum sum heimsins størsta farmaskipatjóð

Norra er framvegis á fjórðaplássinum sum heimsins størsta farmaskipatjóð mett upp á virði. Framanfyri eru framvegis Kina, Japan og Grikkaland. Síðan koma Norra og USA.

Í norska flotanum er tað fyrst og fremst virðið í frálandsvinnuni , sum telur, og bara USA hevur ein flota við hægri virði enn norski frálandsflotin. Mett verður, at virðið á heimsflotanum í stórum verður tað sama við endan á 2022 sum hann er í dag, eisini norski flotin.


Útlendski flotin, sum norðmenn hava havt eftirlit vi seinastu árini, er vaksin nógv bæði í tonsatali og í skipatali. Mált í tonsatali er norski flotin eisini hetta seinasta árið vaksin eitt vet. Frá januar 2021 vóru í alt 1.783 skip við einum samlaðum tonsatali upp á 51,1 milliónir tons deyðvekt í norska flotanum. Í 2019 og 2020 vaks flotin við umleið 9 prosentum.


Norska altjóða skipaskrásetingin (NIS) vaks hetta sama tíðarskeiðið við 79 skipum, og 1. janur í 2021 vóru 691 skip skrásett í NIS.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Rederi .no og Antares

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page